FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


02-10-2019

Bókaframløga og tónleikur leygardagin

Komandi leygardag verða tvey forvitnislig tiltøk á skránni, í samband við at heystmarknaður er í miðbýnum.

Í tjaldinum í miðbýnum, har heystmarknaðurin er, fáa vit vitjan av kórinum Xperiment. Xperiment er eitt heilt serstakt kór, ið, ja heitið sigur tað, er rættuliga “eksperimenterandi”. Tey hava gjørt tað til teirra sereyðkenni, at nýtulka gomul, føroysk løg. Xperiment hevur røtur 15 ár aftur í tíðina, tá Sigrid Sivertsen stovnaði kórið Dropar, ið vóru ungfólk um 11-12 ára aldur.

Sigrid stendur enn á odda fyri kórinum, ið nú er vorðið “vaksið”, hóast sangararnir enn eru ungir, tó verður hon ikki til staðar leygardagin. Í 2015 lótu tey fantastiska lagið “í Gøtu ein dag” úr hondum og eisini kom eitt sjónbandalag út, ið kann síggjast her https://www.youtube.com/watch?v=jD10QBgVc3o . Vit gleða okkum til at hoyra Xperiment runga í miðbýnum leygardagin! Meira kann lesast um søguna hjá kórinum á Facebook-vanganum her https://bit.ly/2mUnfBd .

Solby Christiansdóttir er einamest kend úr Kringvarpi Føroya, har hon hevur verið verið vertur fyri ymiskum sjónvarps- og útvarpssendingum. Í longri tíð hevur hon tó havt hug til at royna seg sum rithøvundi og í seinasta mánaði bar á mál.

Solby gav út fyrstu skaldsøgu sína, “Gloymdur”, ið byggir á veruligar hendingar. Ein maður liggur til at doyggja á Landssjúkrahúsinum, tí eitt mistak er hent. Men hví er tað komið so langt? Og hvør hevur ábyrgdina? Samstundis er politisk kapprenning um, hvussu Føroya Sjúkrahúsverk skal skipast í hæddini. Solby verður til staðar í tjaldinum í miðbýnum frá uml. kl. 14, har hon signerar bókina hjá sær og altíð er klár til eitt prát um bókina.

Kl. 19:00 hevur hon bókaframløgu á pubbini á Havnarlagnum, har hon fer at greiða frá um “Gloymdur”. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. Til ber sjálvandi eisini at keypa bókina og fáa hana signeraða.

 

 

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn