FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


09-10-2019

Leivdir frá fletting - áminning

Fyrradagin sá ikki pent út í vakra Ásdali. Onkur hevði tíverri blakað leivdir frá fletting út í náttúruna og er hetta sera óheppið. Eitt er, at tað ikki sær gott út, eitt annað er, at hetta tiltrekkir rottu. Kommunan leggur nógv fyri at tína rottu og er tílíkur atburður við til at oyðileggja nógv av tí arbeiðinum, ið verður gjørt. Talan er eisini um beinleiðis lógarbrot, tí talan er um lívrunnið burturkast, ið skal latast til ruskplássið hjá kommununi.

Ruskplássið undir Akurgerði er eyka opið, nú slaktið gongur fyri seg. Tað er ókeypis at sleppa av við burturkastið, tí er eingin orsøk til at blaka tað í náttúruna.

Sí kunngerð, ið varð løgd út 24. September http://www.tvk.fo/content.asp?sid=4908&id=7

Myndir: Ragnar Guttesen




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn