FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


10-10-2019

Myndir til jólakortið hjá Tvøroyrar Kommunu

Øll tey, ið hava áhuga í, at mynd teirra skal prýða jólakortið hjá Tvøroyrar Kommunu í 2019, eru vælkomin at senda teirra myndir til bn@tvoroyri.fo . Einans ein mynd verður vald út og kemur hon at prýða jólakortini, ið Tvøroyrar Kommuna sendir út í 2019.

Myndirnar skulu vera av staði í Tvøroyrar Kommunu og skulu hóska til árstíðina kortini verða send út.
Vinnandi myndin verður virðislønt við kr. 1000,- og einum heiðursbrævi. Navnið á myndamanninum/kvinnuni verður eisini at síggja á kortinum.
Seinasta freist at lata mynd inn, er fríggjadagin 1. november 2019, kl. 15:00.

 
Myndina á jólakortinum frá í fjør, eigur Reidar Simonsen.
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn