FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


16-10-2019

Kunning um vatnveitingina

Arbeiðið at umvæla automatikkin á pumpustøðini á Sevmýri, er nú um at verða liðugt. Enn manglar at grava partar av káplinum millum ovaru brunnarnar og pumpustøðina, niður. Pumpustøðin er tó tikin í nýtslu aftur og sostatt skuldi brúkarin havt sama trýst sum áðrenn ógvusliga toruslátturin í juni. Pumpustøðin pumpar vatn úr høvuðsleiðingini í Sevmýrisvegnum, niðan í brunnarnar omanfyri Støðlarnar, sum eru í 115 m hædd. Mátarar stýra pumpunum og siga frá um standin í brunnunum. Eisini sigur alarmur frá, um ov lítið vatn er í. Úr brunnunum rennur vatnið oman í Støðlarnar, Torvheyggj, Brekkurnar og Hamar.

Meðan pumpustøðin hevur verið óvirkin, hava hesi økir fingið vatn úr reinsiverkinum í Støðlunum. Tað ber til, men trýstið er nakað lægri.

 
Tekniska deild - vatnverkið

 
(Mynd av Torvheyggi - Leivur Nygaard)
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn