FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


05-11-2019

Parkeringsøkið við skúlan gjørt liðugt

Parkeringsøkið við skúlan á Tvøroyri er gjørt liðugt.

Starvstoymið á Teknisku deild hjá Tvøroyrar kommunu, hevur í heyst snøggað gamla parkeringsøkið niðanfyri Skúlahúsið – har posthúsið var.

Parkeringsøkið er víðkað við, at gamla posthúsgrundin er uppfylt, asfalt er álagt, stabbasteinar eru uppsettir og skráar eru gjørdir.

Eitt, sum ein leggur serliga til merkis á økinum, er sera vakra gamla træið, sum er nú er tryggjað og girt inni, við vón um at hetta kann prýða í nógv ár afturat.

 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn