FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<


19-11-2019

Skattalistin tøkur

Skattalistin 2018 fyri Tvøroyrar kommunu liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni frá týsdegnum 19. november til og við týsdagin 10. desembur 2019.

Hvørt ár verður ein listi yvir skattskyldugu inntøkuna hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara í kommununi – bæði einstaklingum og fyritøkum – lagdur fram til alment eftirlit.

Um skattaálíkningin hjá tær ella øðrum skattgjaldara ikki er røtt, hevur tú møguleika at kæra um hetta til økisskrivstovuna.

Býráðsskrivstovan hevur opið hesar dagar:
Mánadag – Tórsdag kl. 8.00-16.00
Fríggjadag kl. 8.00-15.00

Tvøroyrar kommuna

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn