FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


17-12-2019

Tvøroyrar kommuna bjóðar lesandi lestrarhølir um jólini

Tvøroyrar kommuna bjóðar lesandi at nýta lestrarhølir í jólaferiuni. 
 
Tænastan er til tey, sum eru heima í jólafrí og eru í holt við uppgávuskriving ella skulu til próvtøku. Tó eru eisini onnur lesandi vælkomin at nýta hølini.
 
Til jólar 2019, eru hølini tøk frá fríggjadegnum 20.desember til og við leygardag 4.januar 2020 frá kl.08.00 til kl.24.00
 
 
LEIÐREGLUR
 
  • Ábyrgdarpersónurin fær lykil til hølið og kann læna lykilin út alt eftir hvør ynskir at nýta hølini
  • Úthurðin skal til eina og hvørja tíð vera læst, eisini tá fólk eru inni í skúlanum!
  • Vinarliga nýtið innskógvar!
  • Hølið skal haldast reint og ruddiligt.
  • Burturkast skal beinast í ruskspannir ella takast heim við til hús.
 
Ynskir tú at nýta lestrarhølið, send ein teldupost við navn og telefonnummar til tvoroyri@tvoroyri.fo ella ring til tlf. 611085
 
Góðan lestrarhug
Tvøroyrar Kommuna
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn