FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<


23-01-2020

TEKNISKUR LEIÐARI TIL TVØROYRAR KOMMUNU

Tvøroyrar kommuna søkir eftir leiðara til teknisku deild.

Tekniski leiðarin hevur ábyrgdina av øllum tí tekniska økinum í Tvøroyrar kommunu, har íroknað Tvøroyrar havn, Tvøroyrar sløkkilið, allir bygningar og ognir hjá Tvøroyrar kommunu, og skal í einari politiskari skipan stuðla og ráðgeva býráðnum innan hesi virkisøkir.

Saman við borgarstjóranum, býráðspolitikarum, kommunustjóranum, leiðarum og starvsfólkum, verður viðkomandi við til at menna kommununa til frama fyri allar borgarar, vinnulívið og frítíðarítriv í kommununi.

Tekniska deild er skipað við tekniskum leiðara, tekniskum málsviðgera, arbeiðsformanni, átaksleiðara, vatnmeistara, havnarmeistara og havnarfúta, vegatoymið, gøtuljósatoymið, spillvatnstoymið, býarfríðkanartoymið, kirkjugarðsgravara, húsavarðatoymi og reingerðatoymið.

 

Høvuðsverkevni

Ábyrgdar- og uppgávuøkir hjá tekniska leiðaranum eru m.a.:

  • Leiðsla av Teknisku deild, har undir Tvøroyrar havn og Tvøroyrar sløkkilið
  • Býar- og byggiplanlegging.
  • Fyriskipa og tilrættisleggja nevndarfundir í Tekniskunevnd, Trivnar- og Umhvørvisnevndini og Vinnu- og Havnarnevndini.
  • Málsviðgera og fyrireika teknisk mál til fyrisitingarliga og politiska støðutakan.
  • Veita politikarum fakliga og professionella ráðgeving og dygdargóða tænastu.
  • Tryggja at samtyktir verða framdar innan teir karmar, býráðið ásetir.
  • Fyrireika og menna Tvøroyrar kommunu fakliga, soleiðis at kommunan tekur við teimum teknisku avbjóðingunum, sum framtíðin hevur at bjóða.
  • Skipa tekniska økið, gera viðlíkahalds ætlanir og raðfesta viðlíkahaldið fyri ymsu økini.
  • Skal luttaka og fyriskipa menningar ætlanir og vitarnar virksemi fyri alla deildina.
  • Stýring og eftirlit av kommunalum viðlíkahalds arbeiðum.
  • Luttøka í dagligum umsitingarligum uppgávum v.m.
  • Fíggjarligt eftirlit við tekniska økinum.
  • Eftirlit við verkætlanum.
  • Uppmáting, kortlegging og skráseting av leiðingum v.m.
  • Veita borgarum og vinnulívinum dygdargóðar tænastur.

 

Førleikakrøv

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum, við atliti til, at tú: 

  • Hevur verkfrøðingaútbúgving ella annað samsvarandi útbúgvingarstøði við royndum.
  • Hevur góðan kunnleika til og royndir innan leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring.
  • Hevur góð leiðslu- og samstarvsevnir og mennandi leiðslustíl.
  • Er ágrýtin, nærløgd/nærlagdur og dugir væl, bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
  • Hevur hollar telduførleikar.
  • Opna og fyrikomandi atferð.
  • Evni, at ganga undan og geva íblástur í arbeiðinum.
  • Evni at samstarva, tænastusinnað/ur og góð/ur at heita á.
  • Evnar at virka í eini politiskari skipan.
  • Dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga.
  • Hevur evni at raðfesta og tolir at arbeiða undir trýsti.
  • Dugir og torir at taka avgerðir.
  • Ert fyrikomandi og hevur ein tænastusinnaðan hugburð.
  • Tolir broytingar í starvsinnihaldinum og ábyrgdarøkinum.
 

Setan og løn:

Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt og sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag.

Tekniski leiðarin er partur av leiðslutoyminum í kommununi, og starvið er skipað undir tekniskunevnd, trivnar- & umhvørvisnevndini, og vinnu- & havnarnevndini, við tilvísing til kommunustjóran, sambært starvsfólkaskipanini hjá Tvøroyrar kommunu.

Starvið verður at seta 1. mars 2020 ella eftir nærri avtalu.

 

Nærri fæst at vita

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja at frætta nærri um starvið, eru vælkomnir at venda sær til Fróði Mortensen, kommunustjóra á tlf. 781122, ella umvegis teldupost: frodi@tvoroyri.fo

 

Umsókn

Saman við avritum av prógvum, lívsrensli, revsiváttan og møguligum viðmælum við upplýsingum um royndir, verður at senda til:

Tvøroyrar Kommunu, -merk. Tekniskur leiðari-
Postboks 80
Tvørávegur 37
FO 800 Tvøroyri

Umsóknir kunnu eisini sendast umvegis teldupost til: frodi@tvoroyri.fo, -merk. Tekniskur leiðari-.

Allar umsóknir skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi, í seinasta lagi fríggjadagin 14. februar 2020 kl. 12.00, og allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum, og Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og, um neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum.

 
 
Tvøroyrar Kommuna fevnir um Froðba, Tvøroyri, Trongisvág, Ørðavíkslíð og Ørðavík, og tað búgva umleið 1730 fólk í kommununi. Tvøroyrar Kommuna hevur 120 fólk í starvi. Í umsitingini arbeiða 11 fólk. 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn