FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


16-04-2015

Crossfit-øki í viðarlundini

Til tey við áhuga fyri ítrótti og uttandurðavirksemi annars, er nú nýtt og spennandi ávegis í kommununi.

Tvøroyrar Kommuna hevur júst keypt útgerð til sokallaða cross-fit venjing, ið er ein venjingarháttur, har tú fær vant allan kroppin. Tað sermerkta við hesum er, at útgerðin verður sett upp uttandurða.

Eftir er nú sjálv staðsetingin í viðarlundini, tí greitt er, at tað er har, ið útgerðin verður sett upp. Viðarlundin verður sera nógv nýtt av bæði borgarum og vitjandi. Áaargøta, ið gongur gjøgnum viðarlundina, verður eisini sera nógv nýtt av rennarum. Við hesum nýggja átaki, so ber til at taka sær ein støðg í viðarlundini og venja okkurt annað. Útgerðin kann nýtast av øllum, bæði yngri og eldri og verður hon sett upp í næstum.

Spennandi verður nú at vita, hvussu fólk fara at taka ímóti nýggja tilboðnum. Tað er kommununar vón, at bæði einstaklingar og feløg, fara at nýta útgerðina og samstundis koma út og njóta vakra umhvørvið í viðarlundini.

Vit fara sjálvandi at fylgja gongdini og koma eisini at kunngera, tá alt er klárt til at taka í nýtslu.

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn