FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


05-02-2020

Samansjóðingarkvøld á Seglloftinum

Tórskvøldið 30. januar, var samansjóðingarkvøld á Seglloftinum, ið Tvøroyrar Kommuna hevði skipað fyri. Hølini vóru flaggskrýdd, umboðandi tjóðskaparnir, ið búleikast á Tvøroyri og tónleikur og framløgur vóru á skránni.

Tíverri var undirtøkan ikki eins stór og hon hevur verið til undanfarin samansjóðingartiltøk. Nøkur og 20 fólk vóru møtt, hóast tilflytarar í allari oynni vóru vælkomnir. Tosað varð um, at sera nógv arbeiði er í oynni í løtuni, har nógvir tilflytarar arbeiða í skiftisvaktum, og at tórskvøld kanska ikki riggar eins væl og fríggjakvøld, ið vit annars áður hava nýtt.

Tey møttu fingu tó eitt sera áhugavert kvøld, við spennandi framløgum og tónleiki frá Dánial Gomez. Eitt óvæntað innslag var eisini, tá Dánial lokkaði Lív Næs á pallin – tað riggaði bara stak væl hjá teimum.

Umhugsað verður nú, hvussu tílík tiltøk skulu skipast framyvir, so vit røkka so nógvum tilflytarum sum gjørligt.

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn