FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<


27-02-2020

Skrivstovunæmingur til Tvøroyrar kommunu


Tvøroyrar kommuna leitar eftir einum dugnaligum og ágrýtnum skrivstovunæmingi við grein innan fyrisiting at byrja tann 1. apríl 2020 ella eftir nærri avtalu

 

Um starvið

Arbeiðið sum skrivstovunæmingur fevnir um uppgávur, sum umsitingin hjá Tvøroyrar kommuna tekur sær av í breiðum høpi. Eitt nú innan bókhald, lønarviðurskifti, í móttøkuni og uppgávur við atliti til at skriva formlig brøv við avgerðum hjá kommununi og brúk av journal- og KT skipanum í tí sambandi.

Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi við nógvum ymiskum umsitingarligum uppgávum og saman við starvsfólkum, sum fegin vilja geva tær eina góða lærutíð.

Førleikakrøv

Tað hevur týdning, at tú:

·         Hevur miðnámsútbúgving sum t.d. HH, students-, HF, HT ella HIF prógv. 

·         Ert væl skipað/ur og at tú í tínari atferð ert fyrikomandi.

·         Hevur áhuga fyri at arbeiða við tølum og at skriva.

·         Hevur kunnleika til at brúka teldu.

·         Førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.

 

Tú kemur at hava nógv samband við viðskiftafólk, umframt starvsfólk á teimum ymisku deildum hjá Tvøroyrar kommunu. Tí er neyðugt, at tú megnar væl -og hevur áhuga fyri- at samskifta við fólk bæði í talu og í skrift.

 

Vit bjóða

Við bjóða tær eitt gott lærupláss við nógvum ymiskum og avbjóðandi uppgávum, har tú vilt førleikamennast  við góðum møguleikum til víðari lestur innan fyrisiting v.m.

 

Setanarviðurskifti

Útbúgvingartíðin er 4 ár (2 ár um ein hevur búskaparbreyt og 2,5 ár við aðrari gymnasialari útbúgving) Skift verður millum lærupláss og skúlagongd. Skúlagongdin er vanl. a Glasir í Tórshavn. -Nærri kunning  her.

Lønin er sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Umsókn

Umsóknin við avriti av prógvi, lívsrenslið CV og møguligum viðmælum skal sendast talgild til: tvoroyri@tvoroyri.fo “merkt skrivstovulærlingur”  -Umsóknarfreistin er mánadagin 16. mars 2020 kl. 12.00.

 

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Amy Bech, fíggjarleiðara, á telefon 226013 ella Fróða Mortensen, kommunustjóra á telefon 781122.

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn