FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


05-03-2020

Tvøroyrar kommuna hugsar um umhvørvið

Tvøroyrar kommuna gongur grønar leiðir og hevur gjørt íløgur í ta fyrstu trýstpressubingjuna, ið er ætlað til vanligt brennandi burturkast. Trýstpressubingjan, sum eru 20 m3 til støddar, trýstur burturkastið saman, soleiðis at henda, sambært framleiðaranum Micodan, kann rúma heilt upp í 6-8 ferðir so nógv burturkast, sum ein vanlig bingja, ella svarandi til (uml. 140 – 160 m3).
Starvsfólkið hjá Teknisku deild, sum røkja endurnýtsluna á Tvøroyri upplýsa, at trýstpressubingjan kemur at lætta nógv um teirra arbeiði. Tað fer at bera til, at taka ímóti meira ruski, og móttøkan gerst enn støðugari, enn henda frammanundan er. Starvsfólkið kemur ikki at brúka eins nógva tíð og orku uppá at stúva burturkastið saman, umframt at tað ikki er neyðugt hjá IRF at tøma bingjurnar eins ofta og áður.
Trýstpressubingjan vil eisini lætta um hjá borgarum at sleppa av við burturkasti, við tað at henda kann latast upp í báðum síðum.
Rakstur og viðlíkahald
Starvsfólkið hjá Teknisku deild upplýsa, at umráðandi er at hugsa um hvat slag av burturkasti verður latið í trýstpressubingjuna, og er hetta alt avgerðandi fyri, hvussu nógv fæst í trýstpressubingjuna. Alt vanligt bleytt brenniburturkast hóskar seg væl til trýstpressubingjuna, meðan t.d. timbur og madrassur ikki roynist eins væl at trýsta saman. Tískil er tað umráðandi at alt burturkast verður skilt, og latið í ta røttu bingjuna á endurnýtsluni, ið hetta er ætlað til.
Sparing hjá kommununi
Íløgan í slíka trýstpressubingju er, -umframt at vera umhvørvisvinarlig- eisini mett at vera ein fíggjarlig sparing hjá kommununi uppá sikt. Slíkar bingjur halda í nógv ár, og verður íløgan vunnin innaftur við tíðini, orsakað av alsamt vaksandi nøgdum av burturkasti. Og við at pressa burturkasti saman, gerst útreiðslan hjá kommununi minni, hetta tí at burturbeiningargjaldið til IRF verður avroknað sum kr./m3.
Nýggja trýstpressubingjan, ið kostar uml. kr. 200.000 er tann fyrsta í Suðuroynni, og vónin er, at hon fer at roynast væl. Borgarstjórin, Kristin Michelsen og Lasse Jensen, tekniskur málsviðgeri, vóru í gjár og hugdu at trýstpressubingjuni, har Kári Debes og Tummas Niclasen, starvsfólk í teknisku deild, vístu hvussu nýggja trýstpressubingjan verður brúkt.
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn