FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


18-03-2020

Ein heilsan frá Suðuroyar Sjúkrahúsi

Vit settu okkum í samband við Suðuroyar Sjúkrahús, ið er lívæðr Suðuroyar, ikki minst í hesum døgum. Vit fingu hesa heilsanina sendandi frá sjúkrahússtjóranum, Hans Paula Henryson.

“Vit á Suðuroyar Sjúkrahúsi hava brynjað okkum sum best at standa ímóti korona smittuni, arbeiðsorkan er tillagað og alt ikki-akutt virksemi, er útsett.

Starvsfólkini arbeiða í bólkum, soleiðis at vit hava fólk klár heima at traðka til, um onkur skal heim í sóttarhald.

Í gjár heittu vit á fólk umvegis heimasíðu okkara, at melda seg til um tey kundu hjálpa til á Suðuroyar Sjúkrahúsi, um tað gerst neyðugt.

Heitt var á fólk um at skráseta seg umvegis heimasíðuna hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi og longu í morgun eru tað nógv sum hava skrásett seg og hetta er fólk úr allari oynni.

Vit hava tætt samband við kommunurnar, kommunulæknarnar og t.d. Suðurrás viðv lýsing og tíðindum.

Tað vísir seg sum um øll man heitir á eru klár at hjálpa um tað gerst neyðugt, og hetta eru vit sera takksom fyri. ”

Vit takka Hans Paula fyri dagføringina. Hava tit hug til at hjálpa Suðuroyar Sjúkrahúsi, skuldi tað gjørst neyðugt, so ber til at melda seg til, við at trýsta á hesa leinkjuna og senda eina umsókn https://bit.ly/2UjllGH (leinkjan er stytt, fyri at lætta um hjá brúkaranum – til ber eisini at fara inn á heimasíðuna hjá sjúkrahúsinum www.ssh.fo og finna greinina)

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn