FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<


31-03-2020

RUSKPLÁSSIÐ OPIÐ AFTUR, VIÐ HERDARI REGLUGERÐ

Eftir at hava verið stongt í nakrar dagar, er gjørt av at lata ruskplássið undir Akurgerði upp aftur. Tó, so verður reglugerðin herd, fyri at verja starvsfólk hjá kommununi og IRF ímóti møguligari smittu.

 

 Upplatingartíðirnar eru tær somu sum vanligt, men tikið verður einans móti burturkasti í afturlatnum posum ella sekkjum. Leyst rusk verður sostatt ikki móttikið, uttan tað er í posum/sekkjum

·      * Snørið posarnar við bandi ella teypi.

·      * Innihaldið skal kunna brennast og tískil ikki innihalda nakað, ið vanlige verður skilt frá.

·      * Dømi um burturkast, ið ikki verður tikið ímóti, uttan tað er í posum/sekkjum: Timbur, byggitilfar, papp, ella nakað annað, ið  skal handfarast og skiljast.

Minnist til at halda í minsta lagi 3 metra frástøðu til starvsfólk og aðrar borgarar.
 
 
Vit heita staðiliga á fólk um at virða herdu reglugerðina hetta serliga tíðarskeiðið, nú korona-smittan ger um seg.

Upplatingartíðirnar kunnu síggjast her http://www.tvk.fo/divstovnur.asp?STID=21

 

Tvøroyrar kommuna

Tekniska deild




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn