FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<


10-07-2020

Kunning um almennu svimjingina

Tórsdagin 14. mai byrjar almenna svimjingin á Tvøroyri aftur.

Svimjingin verður tó avmarkað soleiðis, at bert borgarar heimahoyrandi í Tvøroyrar kommunu kunnu svimja í svimjihylinum í Tvøroyar skúla. Og hesar komandi vikurnar – inntil onnur tilmæli eru frá heilsumyndugleikunum – verður tað einans loyvt at hava tilsamans 15 fólk inni í svimjihøllini í senn.
Svimjitíðin verður av somu orsøk avmarkað, soleiðis at fólk sleppa einans at svimja 1 tíma hvørja ferð.

Tilmælini frá heilsumyndugleikunum verða neyvt fylgd, og øll neyðug fyrivarni verða tikin.


Fyri at fyribyrgja smittu, er umráðandi at vit taka atlit fyri at verja hvønn annan og ansa uppá okkum sjálvi.

Fólk, sum eru í vandabólki verða mælt til at vera heima so vítt gjørligt, og Ikki fara har, sum nógv fólk eru savnað. Tilmælið er at halda serliga gott handreinføri. Umhugsa at brúka handskar, tá ið tú fert út. Fylg annars ráðunum um reinføri í sambandi við covid-19:

Fólk sum hava sjúkutekin ella føla seg sjúk vera staðiliga mælt frá at svimja.

Eru ivamál um innihaldið í hesari vegleiðingini, ber til at seta seg í samband við Coronaráðgevingina á telefon 304025 ella á telduposti:  corona@arb.fo
 

 
Yvirskipað smittufyribyrgjandi er sambært Coronaráðgevingini:

Haldi frástøðu uppá tveir metrar millum tey vitjandi, bæði í høllini og skiftirúminum. Coronavirus smittar fyrst og fremst við kontaktsmittu. Tá ið fólk nerta við yvirflatur ella t.d. taka í hondina á hvørjum øðrum, kunnu smittuevnini verða førd víðari. Smittuevnini kunnu eisini verða førd víðari við dropunum/sirminum, ið stendst av at hosta/njósa, og sum kann seta seg á yvirflatur og ting, sum onnur síðani nerta við. Dropar, ið standast av at hosta ella njósa, falla skjótt niður og fara vanliga ikki longur enn tveir metrar burtur frá fráfaringarstaðnum. 

Haldi reinføri. Coronavirussmittan kann verða fyribyrgd, um ein røð av yvirskipaðum leiðreglum verða fylgdar. her

Vask/handspritt: At vaska sær um hendurnar við vatni og flótandi sápu er ein góður háttur at fyrgbyrgja smittu. Tað kemst av, at vask, har vatn og flótandi sápa verða nýtt, ger, at ein fitiskón við mikroverum loysnar og verður skolað burtur av húðini.  

Aðrir møguleikar enn handvask: Um ein ikki hevur atgongd til vatn og flótandi sápu, kann ein nýta vátserviettar, sum ikki fara illa við hondunum. Tað verður mælt til at vaska hendurnar við vatni og flótandi sápu, so skjótt sum møguleiki er til tess. 

Virus tolir illa sóttreinsan við alkoholi (tað viðmælta er ethanolbaserað alkohol 70-85% v/v 1-3% av glyseroli latnum útí), og tí verður handspritt nýtt til at fyribyrgja smittu. Tá ið sóttreinsanarevni so sum handspritt verða nýtt, doyr virusið. Handspritt fyribyrgir einans smittu, um hendurnar eru sjónliga reinar og turrar. 


Dansk Svømmeunion hevur á sínari heimasíðu gjørt leiðreglur í samráð við Sunhedsstyrelsen kring Corona Covit-19, har yvirornað verður kunna at:

”Risikoen for at blive smittet med COVID 19 er ikke større fordi du færdes i svømmehaller”

 
Ingen særlig smittefare i klorvand 
Ifølge Sundhedsstyrelsen er der ingen grund til bekymring i forhold til at færdes i klorvand. Corona-smitte overføres ikke via klorvand. Og hvis svømmere rammer hinanden i vandet med arme eller ben eksempelvis, vil det heller ikke på nogen måde udgøre en smittefare.
 

Hold afstand på land
Der, hvor smitten kan overføres fra en smittet person til andre, er, når man står tæt på hinanden på bassinkanten/sidder tæt på sæder langs bassinet eller står tæt på hinanden i omklædningsrummet.
 
Fysisk berøring og eksempelvis samtale tæt på hinanden, hvor man risikerer at ånde på hinanden, kan overføre smitte.

Så grundlæggende skal vi alle blot huske at holde afstand til hinanden kombineret med øvrige gode råd om god håndhygiejne, brug af håndsprit eller vådservietter samt være opmærksom på personer, som har en udtalt hoste og nysen”
  
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn