FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<


28-05-2020

Ung í arbeiði 2020

Tvøroyrar býráð samtykti á býráðsfundi ónsdagin 27. mai, at bjóða ungum skúlabørnum verkætlanararbeiði í summarfrítíðini. 

Talan er um afturvendandi tiltak, har ungdómar á hvørjum ári hava fríðkað um í kommununi. Teir gera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað. Arbeiðið er skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis tvær vikur í part, ið svarar til 60 tímar.

Arbeiðið verður deilt í tvey umfør, har fyrsta tíðarskeiðið verður frá 22. juni til 3. juli, og seinna tíðarskeiðið frá 6. juli til 17. juli.

Tilboðið er galdandi fyri skúlaungdómar í Tvøroyrar Kommunu, frá og við 9. flokki, sum áðrenn arbeiðsbyrjan eru 15 ár ella eldri, og hvør umsøkjari fær sum sagt í mesta lagi arbeiði í tvær vikur.

Arbeitt verður átta tímar um dagin, og lønt verður eftir sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Tilmeldað verður við at fylla oyðublað út í móttøkuni á býráðsskrivstovuni, ella við at senda teldupost til: tvoroyri@tvoroyri.fo . -merkt ung í arbeiði 2020-

Tilmeldingarfreist er: mánadagin 15. juni 2020. 

Upplýsast skal navn, p-tal, kontonr., bústaður, teldupostadr. og telefonnummar , og møguligt tíðarskeið har tú ert tøk/tøkur.

Heinta tilmeldingarblaðið her




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn