FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<


24-08-2020

Kunning frá IRF, nú nátatíðin er í hondum.

Hugsið um umhvørvið, tá tit taka nátar

Nú nátatíðin er fyri framman, vilja vit minna tykkum á serstøku leiðbeiningarnar viðv. burturbeiningini av leivdunum.

Hugsið um umhvørvið og havið hesar leiðbeiningar í huga:

• Burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt, fyri at minka um útlátið úr roykinum á Brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið.
• Fjaðrar skulu vera í posum, sum ikki eru heilt lufttættir, so posarnir ikki bresta, tá burturkastið verður handfarið víðari.

Leivdirnar kunnu latast inn á kommunala endurnýtsluplássið. Yvirlit yvir plássini sæst á fylgjandi leinkju https://irf.fo/endurnytsluplass/?menuid=1018

Fyribyrging av nátasjúku: 
Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir til at taka hesi atlit, ið kunnu síggjast á fylgjandi leinkju https://tinyurl.com/yykqr9m7

 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn