FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<


24-08-2020

Kunning frá IRF um nýggjar posar.

Hevur tú ongan posa eftir?

IRF ber nýggjar posar út í viku 37.
Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár.

Stórt húski?
Tá 6 fólk ella fleiri eru í húskinum, hevur tú rætt til fleiri posar, og fært tú teir við at boða kommununi frá. Síðani boðar kommunan IRF frá, sum skrásetir tykkum sum stórt húskið. Les meira her. https://irf.fo/grai-posin/

Manglar tú posar áðrenn viku 37, eru ov nógvir posar brúktir.
Innsavnararnir hjá IRF taka bert gráu, hvítu og reyðu posarnar frá IRF og ikki aðrar svartar ella gráar posar.

Hvítu posarnir hjá IRF skulu bert nýtast til reint papp og pappír. Er annað burturkast í, verða teir ikki tiknir. Hvat kann eg lata í hvíta posan? Sí her https://irf.fo/hviti-posi/

Eyka gráir posar kunnu keypast í handlum kring landið
Yvirlit yvir handlar, ið selja gráar IRF-posar, sæst niðast á síðuni her https://irf.fo/grai-posin/. Rullini við gráum posum kosta uml. 150 kr. og 5 posar eru í hvørjum rulli. Orsøkin til, at keypsposarnir frá IRF kosta meira enn vanligir svartir posar, er, at hesin prísur er íroknaður tænastuna frá IRF, har burturkastið verður heintað og burturbeint á rættan hátt.

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn