FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<


01-09-2020

Fanny gevst eftir 30 árum á “Reyðu Stovu”

Í gjár, mánadagin 31. august, var seinasti starvsdagurin hjá Fanny Nielsen, sum í 30 ár hevur starvast á barnagarðinum Mýrifípuni í Trongisvági. Fanny hevur enntá, sum tann einasta, arbeitt á somu stovu øll hesi árini – Reyðu Stovu.

Fanny er ein av teimum, ið hevur starvast á Mýrifípuni øll árini frá tí at stovnurin lat upp 21. mai 1990. Hon sigur, at stovnurin lat upp í ringastu krepputíð. Eingir pengar vóru í samfelagnum og tí vóru avbjóðingarnar tá, annaleiðis enn tær eru nú. Hon minnist aftur á, at starvsfólkini skipaðu fyri loppumarknaði, og øðrum tiltøkum, fyri at savna pening inn til ymiskt, ið tey høvdu tørv á - eitt nú sjónvarp o.a.t.

Fanny sigur, at hon hevur altíð elskað sítt arbeiði. “Tá tú hevur arbeitt 30 ár á sama stovni, so skerst ikki burtur, at starvsfelagar koma og fara, eins og dúgliga verður skift út í hópinum av børnum. Eg havi altíð havt lætt við at umstilla meg til broytandi umstøðurnar og tað er nokk tí, at eg havi hildið so leingi fram í mínum starvi. Tað, og so tað, at mær altíð hevur dámt arbeiðið so væl”.

Fanny heldur, at nýggi parturin av barnagarðinum er sera flottur og inbjóðandi, men persónliga dámar hon best tann “gamla” partin, tí hon heldur hann hava meira sál. Tíðirnar broytast tó og tað sama gerast krøvini frá brúkarunum og myndugleikunum.

Nú Fanny gevst, so er eingin vandi fyri at koma at keða seg, sigur hon. Fanny og maðurin Delmar eiga fitt av seyði og jørð, so nógv tíð gongur við hoygging og seyðarøkt. Annars hevur hon húsini at taka sær av, henni dámar væl at lesa, og so dámar henni so sera væl at ganga túrar í vøkru náttúruni í Suðuroynni. Nú pensiónsaldurin er náddur og Fanny skal til at njóta sítt otium, so verður tað enn ikki saman við manninum, hóast hann er hálvt triðja ár eldri. “Hann vil ikki hoyra talu um at gevast at arbeiða”, sigur Fanny.

Hóast Fanny nú er givin, fer hon ikki at verða fremmond fyri barnagarðinum. Hon ætlar at vitja av og á og kanska lesa okkurt fyri børnunum, so saknurin ikki gerst ov stórur. Hon býr beint við barnagarðin, so tað er skjótt at fáa eina vitjan í lag.

Tankin um at halda fram var uppi at venda, sigur Fanny. “Koronastøðan tók avgerðina fyri meg”, sigur hon. “Heilsan hevur altíð verið góð hjá mær og eg vildi ikki risikera at seta meg sjálva, og onnur kring meg, í vanda fyri at verða smittað”.

Fanny vil takka starvsfeløgum fyri hesi 30, góðu árini og fyri einastandandi hugnaligu løtuna í gjár, tá hon gavst. Hon fer at sakna øll, ikki minst børnini. Fanny takkar eisini kommununi fyri gott samstarv og tað serliga hesu seinastu árini. Takkað verður eisini fyri flottu gávuna.

Borgarstjórin, Kristin Michelsen, handaði í gjár Fanny blómutyssi og gávukort, vegna Tvøroyrar Kommunu.

Tvøroyrar Kommuna takkar Fanny fyri stóra og trúfasta íkast hennara til barnagarðin Mýrifípuna og Tvøroyrar Kommunu. Bestu ynski fyri framtíðina!

 

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn