FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


03-09-2020

Kommunuval 2020

Kommunuval verður týsdagin 10. november 2020.

Um rættin at greiða atkvøðu við brævi

Veljarar, sum ætla at velja, men sum valdagin ikki kunnu møta persónliga á valstaðnum at greiða atkvøðu, kunnu taka lut í valinum við at greiða atkvøðu við brævi.

Frá 10. juli 2020 at rokna kunnu sjófólk og onnur, sum ikki vænta at vera heima valdagin, og veljarar, ið eru staddir uttanlands, greiða atkvøðu við brævi.

Í øðrum førum kann atkvøðuseðilin fyllast út í fyrsta lagi eina viku undan valdegnum, t.e. frá týsdegnum 3. november 2020.

Brævatkvøðast kann á kommunuskrivstovuni á Tvøroyri, ið er opin Mánadag til tórsdag kl. 9.00 til kl. 16.00, Fríggjadag kl. 9.00 til kl. 15.00

Nærri upplýsingar um rættin at greiða atkvøðu við brævi og um kommunuvalið eru tøkir her

 
 
 
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn