FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


21-09-2020

Tilmelding til heystmarknaðin

Leygardagin 3. Oktober, verður árligi heystmarknaðurin á Tvøroyri.

Heystmarknaðurin varð á fyrsta sinni royndur í fjør og tað riggaði sera væl. Eins og í fjør, so fer í ár at bera til at keypa føroyskar rávørur, so sum grønmeti, neytakjøt, fisk, plantur og ymiskt, ið fólk hava tilevnað sjálvi.

Nøkur fá borð eru eftir og til ber enn at bíleggja sær pláss.

Borðini eru ókeypis og kunnu bíleggjast við at ringja á tlf. 214614, ella við at senda teldupost á bn@tvoroyri.fo

Seinasta freist er tórsdagin 1. oktober kl. 12:00




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn