FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


25-09-2020

Talgildur túrur í Mýrifípuni

Í dag verður nýggi parturin av barnagarðinum Mýrifípuni alment tikin í nýtslu. Tíverri loyva umstøðurnar í landinum júst nú ikki, at vit skipa fyri størri tiltøkum, ið savna nógv fólk og tí verður ikki ein stór, almenn móttøka.

Tí er tað okkum ein stór gleði at kunna bjóða fólki ein talgildan túr í okkara flotta barnagarði. Sera dugnaligi myndamaðurin Ólavur Frederiksen, ið rekur fyritøkuna Faroephoto, hevur verið á vitjan. Hann hevur avmyndað hvønn krók í barnagarðinum og sett tað saman soleiðis, at ein kann “spáka” sær runt í bygningunum og fáa sær eina kenslu av, hvussu alt sær út. Sí her https://my.matterport.com/show/?m=h1wL731CVXh&brand=0&fbclid=IwAR23THeqp740WCp0JYmBP4WZj6bmnPC4XjOjJ-S_voFfUTEo7diLnmfhCPQ

Ætlanin var annars at hátíðarhalda dagin við almennari móttøku, men tá tað ikki ber til, so er í staðin er avgjørt, at Mýrifípan verður opin alla komandi viku 40 millum kl. 16:30-18:00, har áhugaði kunna vitja inni í barnagarðinum.

Tey sum ynskja at vitja í Mýrifípuni, skulu tó frammanundan fráboða hetta til Kari Petersen, leiðara á tlf. 218737, ella til Heidi Park varaleiðara á tlf. 221848, sum greiða nærri frá, og geva boð um, hvussu hetta verður skipa.

Umráðandi er at fylgja ásetingunum frá heilsumyndugleikunum, fyri at fyribyrgja møguligari smittu við korona, og avmarkað er, hvussu nógv fólk kunna vitja í senn.

 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn