FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


21-10-2020

Skúlastýrisvalið 2020

Kunning um skúlastýrisvalið 2020

Góðu foreldur/avvarðandi at næmingum í Tvøroyrar skúla. Tann 10. november 2020 verður skúlastýrisval og umboð skulu veljast í skúlastýrið fyri Tvøroyrar skúla í eitt fýra ára skeið. Vilt tú hava ávirkan á, hvat barn títt lærir í skúlanum, og hevur tú eina meining um, hvørji undirvísingaramboð skúlin skal brúka, og hvørjar fysiskar ábøtur skúlanum tørvar, so kanst tú stilla upp til skúlastýrisval 10. november í ár.

Foreldur hava ein stóran leiklut í skúlagongdini hjá einstaka barninum. Tey eru við til at skapa tryggleika, trivnað og læring. Samskifti og samstarv millum skúla og heim hevur tí alstóran týdning, bæði fyri menningina hjá einstaka barninum og menningina hjá skúlanum sum heild. Við foreldraumboðunum í skúlastýrinum, kunnu foreldur eisini fáa beinleiðis ávirkan á, hvussu gerandisdagurin í skúlanum verður skipaður. Øll foreldur við foreldramyndugleika hjá børnum, sum eru skrivað inn í ein ávísan skúla, hava valrætt og valbæri.

VALLISTIN
Vallistin liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni á Tvørávegi 37,

til týsdagin 3.novembur 2020, í vanligari avgreiðslutíð, mánadag til fríggjadag frá kl. 09-15.


Kunning um uppstillingarfund o.a. kemur seinni.



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn