FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


26-02-2024

Jóanes Nielsen í Glasstovuni

ú leygardagin, 5. desember kl. 20:00, hava fólk høvi til at hitta navnframa yrkjaran Jóanes Nielsen, í Glasstovuni.

Jóannes gav fyri stuttum út yrkingasavnið “Rakkarljóð” og fer hann at lesa yrkingar upp, úr hesum seinasta verkinum.

Jóanes er føddur hin 5. apríl 1953 í Tórshavn og er einamest kendur fyri beinraknu yrkingar sínar, har hann ikki leggur fingrarnar ímillum, tá hann m.a. viðger harðar lagnur og lívsins mongu vakurleikar. Jóanes hevur eisini givið út skaldsøgur og er viðurkendur fyri sítt arbeiði. Jóanes hevur vunnið bæði Mentanarvirðisløn Landsins og Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsen og  hevur hann fleiri ferðir verið innstillaður til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, bæði fyri yrkingasøvn og skaldsøgur.

Leygarkvøldið fer Jóna Midjord at práta við Jóanes, um skaldskap hansara. Jóna er lærarinna á Miðnámsskúlanum í Suðuroynni og hevur lisið verkini hjá Jóanesi. Lagt er tí upp til eitt forkunnugt prát við ein av okkara fremstu yrkjarum og rithøvundum.

Í Glasstovuni ber sjálvandi til at keypa sær okkurt gott og væl smakkandi til góman, skuldi hugur verið til tess.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn