12-01-2021
Endurlýsing -Lívbjargari til svimjihylin á Tvøroyri
Tvøroyrar kommuna søkir eftir einum lívbjargara til svimjihylin á Tvøroyri at byrja 1. februar 2021, ella skjótast gjørligt.
Arbeiðsuppgávur:
- at arbeiða sum
lívbjargari, herundir taka lut í vaktarskipan
- at virka fyri, at trygdin verður yvirhildin í svimjihøllini
- at virka fyri, at reinførisreglur verða yvirhildnar
- at rudda høll, brúsudeild, v.m.
Aðrar uppgávur kunna vera:
- at samstarva um
nýggj hugskot, kundanum at frama
- at taka lut í svimjihallarteknikki, so sum klorroyndir, PH-royndir v.m.
- at taka lut í ymiskum røktararbeiði
- at avgreiða atgongugjøld
Førleikar:
- hevur
lívbjargararoynd, fyrstuhjálparskeið og góðar eginleikar at lívbjarga.
(Lívbjargingarskeiðið kann verða tikið til starvið)
- hevur góð samstarvsevnir
- er blíður, fyrikomandi, nærlagdur, røkin og álítandi
- hevur hugsjónir og áhuga innan svimjing
- hevur góða heilsustøðu (heilsuváttan krevst)
Setanar- og lønarviðurskifti:
- arbeitt verður í einari skiftisskipan. -sum partur av toymi, 3 lívbjargarar og 1 vaskifólk, har lívbjargarar arbeiða í eina viku og hava frí í 2 viku. -Arbeitt er sostatt niðursetta tíð svarandi til 0,15
- lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið, lønarflokkur 2
- tilvísing til tekniska leiðaran hjá Tvøroyrar kommunu
Áhugaði eru vælkomin at ringja til umsitingina hjá Tvøroyrar kommuna fyri at hoyra nærri um starvið. -tlf. 611085.
Umsóknin saman við prógvum, heilsuváttan og møguligum viðmælum v.m., skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. januar 2021 kl. 12:00 og sendast til tvoroyri@tvoroyri.fo –merkt “Lívbjargari”.
Svimjihylurin er vanl. opin hesar tíðir: (Broytingar kunna tó henda)
Týsdag | 16:00 - 19:00. (3.t) |
Tórsdag | 16:00 - 19:00. (3.t) |
Fríggjadag | 17:00 - 20:00. (3.t) |
Leygardag | 13:00 - 17:00. (4.t) |
Sunnudag | 08:30 - 10:30. (2.t) |