FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


08-12-2020

Almenna svimjingin á Tvøroyri

Kunning og reglugerðir fyri almennari svimjing í svimjihylinum á Tvøroyri.

UMFRAMT NIÐANFYRI REGLUGERÐIR ERU ALTÍÐ NÝGGJASTU ÁSETINGARNAR AT FYRIBYRGJA COVIT-19 SMITTU GALDANDI. NÆRRI RÁÐGEVING HESUM VIÐVÍKJANDI FÆST Á HEIMASÍÐUNI HJÁ KORONA RÁÐGEVINGINI: HER

Svimjihylurin er vanl. opin hesar tíðir:  

Týsdag

16:00 - 19:00

Tórsdag

16:00 - 19:00 (16:00 til 17:00  -Mannfólkasvimjing-)

Fríggjadag

17:00 - 20:00

Leygardag

13:00 - 17:00 (13:00 til 14:00  -Kvinnusvimjing-)

Sunnudag

08:30 - 10:30

Tað skal vera ein stuttleiki at vitja svimjihylin, um enn nakrar reglar eru.

Reglur:  

  • Boð frá starvsfólkinum skulu fylgjast.
  • Lat teg úr øllum klæðunum og vaska tær væl, áðrenn tú fert í hylin. Tvs. at tey, sum ynskja at svimja, skulu vaska sær væl við sápu um allan kroppin áðrenn fari verður í svimjiklæðini, eins og hári skal vaskast og skolast væl, áðrenn farið verður í hylin.
  • Svimjiklæðini skulu verða rein.
  • Svimjihøllin tekur onga ábyrgd av virðislutum, klæðum o.ø. hjá teimum vitjandi.
  • Gev gætur viðv. uppsløgum og fylg leiðreglarnar.
  • Børn undir sjey ár skulu vera saman við vaksnum fólki.
  • Børn yvir 7 ár skulu ikki upphalda sær í umklæðingarrúm hjá mótsetta kyni.
  • Um børn ikki kunna svimja sjálvi uttan brúk av hjálpitólum, skulu foreldur hava eftirlit við barninum
  • Umklæðingarrúmið skal vera turt økið, tvs. ein skal turka sær inni í brúsiøkinum
  • Tey, sum leiga svimjihylin, hava sjálvi ábyrgdina av trygdini, og at reglugerðin verður fylgd.                      
 Tað er ikki loyvt: 

  • at roykja
  • at svimja ávirkaður.
  • at renna og spæla í svimjihøllini, umklæðingar og brúsirúmum.
  • tað er bannað at skumpa ein annan í hylin, og halda øðrum undir.
  • at halda gang (rópa, skrála, beistast o.l.)
  • at hava við sær svimjiútbúnað, so sum svimjuføtir, bóltar, snorkul o.t. við sær í hylin, uttan at hetta er umrøtt og givið loyvið til tess av starvsfólkinum í hylinum.
  • at hava fløskur, góðgæti og mat við sær inn í svimjihøllina.
  • at vera vera fleiri enn ein persónur á vippuni í senn
  • tað er ikki loyvt at hava við sær myndatól ella telefon við myndatólið í svimjihøllina, tvs. tað er strangliga banna at taka myndir í skiftirúmum, baðirúmum og svimjihylinum.
  • at kava í tí grunna partinum av hylinum
  • tað er ikki loyvt at svimja um ein hevur opið sár.
Víst verður eisini til vegleiðingina hjá Umhvørvisstovuni:
 

 

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn