FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


04-01-2021

Vælveruvenjingar fyri 65+ byrja nú aftur

Væl umtóktu vælveruvenjingarnar fyri borgarar 65+ ár byrja nú aftur í skúlahøllini í Ítróttarhøllini í Trongisvági. Fyrsta venjingin verður týsdagin 5. januar og vant verður 2 ferðir um vikuna: Týsdag og tórsdag frá kl 16.00-17.00. Birita og Gudrid standa fyri venjingunum. Vant verður eftir tilmæli frá Sundhedsstyrelsen um venjing fyri 65+

Eftir hvørja venjing verður frukt og vatn at fáa. Løtan aftaná er kærkomin at fáa sær eitt prát í hugnaligari samveru.
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn