FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


18-02-2021

Umhvørvisvika á Tvøroyri í apríl

Í viku 16, t.e. frá 12. til 18. apríl, verður Umhvørvisvikan á Tvøroyri. Umhvørvisvikan var fyrstu ferð fyriskipað í 2018 og var ætlanin at hava hana á hvørjum ári. 2020 gjørdist tó eitt heldur annaleiðis ár og var tí einki tiltak hetta árið.

Nú verður so aftur hildið tað vera ráðiligt at fyriskipa savnandi tiltøk, tó við atliti til aktuellu støðuna í landinum viðvíkjandi korona.

Á skránni eru fyrilestrar, framløgur, tónleikur, rudding, gongutúrur, marknaður, tilboð til borgararnar og mangt annað áhugavert.

Komandi vikurnar fara vit at varpa ljós á einstøku tiltøkini í Umhvørvisvikuni, ið øll hava til endamáls at varpa ljós á týdningin av at hugsa um umhvørvið.

(Mynd: Leivur Nygaard)
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn