FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


18-02-2021

Bílegging av ókeypis Bokashi-setti

Endurvinn matleivdir við ókeypis Bokashi-spannum, heima við hús
Fyri at varpa ljós á týdningin, tað hevur fyri umhvørvið at endurvinna, fer Tvøroyrar kommuna saman við IRF at bjóða borgarunum sokallaðar Bokashi-spannir, ókeypis. Settið, ið telur tvær spannir og eitt kg. av kompostger, gevur borgarunum møguleika at endurvinna matleivdir við hús.
Mannagongd:
Í høvuðsheitinum snýr tað seg um, at matleivdirnar verða súrgaðar/fermenteraðar. Hvørja ferð matleivdar verða lætnar í spannina, skal kompostger stroyast omanyvir (gerin fylgir við Bokashi-settinum)
Tá tú hevur fylt spannina, skal hon standa tvær vikur í innihita. Síðan eru tveir møguleikar at hagreiða tilfarið í spannunum:
• Grava tað niður í mold (eitt nú í urtagarðin, gamla veltu ella plattarammu)
• Legg tað í ein sankukassa og dekka til við mold
Til ber at lata allar matleivdir í Bokashi-spannina, eisini fisk og kjøt – mælt verður til, at matleivdirnar verða skornar sundur, fyri at fáa súrnanina at virka so væl til ber. Hóast hetta, so er ikki neyðugt at stúra fyri rottu, tí PH-virðið er so lágt, og rottum dáma ikki súran mat. Er tilfarið ikki grivið nóg djúpt, so kann tað tó tiltrekkja hund og fugl. Tí verður mælt til at leggja í minsta lagi 5-10 cm av mold omanyvir, at hava lok á, ella brúka t.d. sankukassa ella plattarammu. Vegleiðing til Bokashi kann takas niður á síðuni hjá IRF her bokashi-vegleiding_28-09-20.pdf (irf.fo)
Matleivdir, ið stava frá djórum, kunnu føra við sær smittu til húsdjór, tí eru fylgjandi treytir, ið ein eigur at halda seg til:
• Køks- og matleivdur eiga at verða vorðin til sankutøð, áðrenn nýtslu.
• Sankutøð skulu einans verða nýtt í tí húsarhaldið, har matleivdurnar koma frá, og mugu ikki flytast til onnur støð.
• Sankutøð mugu ikki nýtast, har samband er við húsdjór, eitt nú høsn, gæs, seyður, heimalomb o.s.fr.
• Sankutøð mugu ikki verða brúkt á landbúnaðarjørð
Til ber at lesa meira um Bokashi á heimasíðuni hjá IRF sí IRF: https://irf.fo/bokashi/?menuid=4608&org_menuid=&org_menuid=859 ella á www.byhaver.dk. Á Facebook finst bólkurin “Bokashi sankutøð í Føroyum”, ið ein kann lima seg inn í.
Hvussu fái eg fatur á einum Bokashi-setti?
Tú skrivar teldupost til Tvøroyrar kommunu á tvoroyri@tvoroyri.fo og meldar teg til. Upplýs navn, bústað, teldupost og telefonnummar. Bokashi-settini verða, eftir ætlan, latin borgarunum tá Umhvørvisvikan á Tvøroyri er ,í viku 16, t.e. 12. – 18. apríl.
Avmarkað nøgd er av Bokashi-settum. Seinasta freist at skriva seg upp er tórsdagin 4. mars.
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn