FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


26-02-2021

1. mars er vaktin liðug og seinasta reseptin skrivað

Signar P. Dam gevst sum kommunulækni 1. mars eftir nærum 50 árum í sama starvi.

Um ein vitjar á heimasíðuni hjá læknaviðtaluni á Tvøroyri sæst undir teigunum læknar: Signar P. Dam 30. okt. 1971 - 01. mars 2021. 

 
Tá Pól F. Joensen yrkir “Tí urtin trívist best, har rótin rann” finnist neyvan betri lýsing av Signari Pætursson Dam – um enn orð eru fátæk, tá ein skal lýsa longu yrkisleiðina hjá kommunulæknanum á Ovara vegi 46 á Tvøroyri.

Signar var útbúgvin lækni í 1969. Hann er føddur hin 7. mars 1937 og er sonur Peter Mohr Dam úr Skopun og Ragnhild Strøm úr Trongisvági.  

Signar P. Dam er tvøramaður um nakar. Hansara alskur og hugur til Tvøroyrar er ovurhonds stórur, og Signar hevði ikki kunnað búð nakra aðrastaðni enn á Tvøroyri  – Signar tekur sjálvur til: “har er mítt heim og fólkið, sum mær líkar”.

Signar greiðir frá, at nógv er broytt betra vegin, síðani hann skrivaði fyrstu reseptina í oktober 1971. Umstøðurnar at virka sum kommunulækni eru munandi betri í dag, enn tá hann og Karl Johan Fossá høvdu viðtalu á Sjógøtu 23. Tað var ein góð tíð, um enn hølis umstøðurnar vóru trongar. Talan var um eini eldri hús við trappum upp á loft, og tað vóru støður, har trupult var hjá illa gongdum fólki at ganga trappurnar.

Í 1994 var viðtalan flutt, hagar hon liggur nú í sjálvum sjúkrahúsgarðinum. At vera granni við Suðuroyar sjúkrahús er til stóran fyrimun fyri kommunulæknaviðtaluna, men serliga stórur er fyrimunurin hjá sjúklingunum, sum kunna draga nyttu av góða samstarvinum millum Suðuroyar sjúkrahús og kommunulæknatænastuna. Sjúklingurin kann fara beinleiðis frá viðtaluni til útgreining á Suðuroyar sjúkrahúsi, sum liggur hurð um hurð við viðtaluna hjá kommunulæknanum.

Signar hevur staðið í fremstu røð og gleðist um nógvar góðar løtur í sínum starvi. Men hann hevur eisini tikið um endan, tá ógvusligar og skakandi hendingar hava rakt okkara lítla samfelag, og í fleiri førum staðið einsamallur, har ikki altíð hevur verið lætt at taka avgerðir og geva boð. Ringast er, tá talan er um børn og ungdómar, sum í bestu árum eru komin til skaða, ella enntá eru deyð av vanlukku ella sjúku. Slíkar syrgiligar hendingar verða aldrin gloymdar, sigur Signar. 
 
Í 2016 var í Dimmalætting prentað grein við heitinum “Eitur nøkur sjúka útslitin”. Signar greiðir beinrakið frá um høgu ferðina á okkara samfelag – har vit í ein vissan mun liva “yvir evnir” við tilhoyrandi avbjóðingum. Kostnaðarstøðið er sera høgt, og tíðin strekkir ikki til. Hetta viðførir, at nógv hava ilt við at fylgja við, og nógv fólk brenna út av høgu ferðini. Og tey lægst løntu, sum oftast hava kropsliga tungt arbeiði, eru útslitin, áðrenn tey náa pensjónsaldurin. Fólk hava snøgt sagt ikki ráð at gevast at arbeiða. – Hóast at likam teirra eymkast, noyðast tey at halda áfram at arbeiða, sjálvt um fleiri teirra eru útslitin.
 

Signar sigur í greinini í Dimmu, at lukkutíð verða viðgerðar- og fyribyrgingartilboðini alla tíðina betri og betri. Og nógv fólk eru vorðin meira tilvitað um sína heilsu og ganga høgt upp í sín lívsstíl. “Tað er vorðið ein screeningsmentan”, har fleiri fólk lata seg kanna við jøvnum millumbili. Sigast kann, at kommunulæknar í stóran mun viðgera frísk fólk heldur enn sjúk fólk. Hetta kann viðhvørt vera tíðarkrevjandi og tyngjandi hjá viðtalunum, um enn hetta samsvarar væl við fornemmu høvuðsuppgávuna hjá kommunulæknunum; at fyribyrgja sjúku og fyribyrgja, at ákomin sjúka versnar.

Men trøini vaksa ikki inn í himmalin. Hóast góðar viðgerðarmøguleikar og góðar hølisumstøður í dag, sýnist størsta avbjóðingin nú vera at manna føstu kommunulæknastørvini í Suðuroynni. Av somu orsøk verða hesi størv sett við skiftandi avloysarum – í flestu førum útlendskum avloysarum, ið oftast bert starvast í Føroyum í stutta tíð í senn.

Signar sigur, at hetta er ein álvarstøða, og tað er ikki frítt ræðandi, havandi í huga at í Suðuroynni búgva 4.700 fólk. Sjúklingar hava tørv á kontinuiteti, og tað kann vera frustrerandi at møta avloysarum í viðtaluni, har sjúklingar upp í saman – og av nýggjum –  skulu greiða frá síni støðu. Hetta er ikki álitisvekjandi og kann skapa órógv hjá sjúklingum, hóast talan er um sera dugnaligar og royndar avloysarar, sum eru í viðtaluni.

Í 2010 var álit um nýggja kommunulæknatænastu skrivað, har farið var frá skipanini við sjúkrakassum til skipan við heilsutrygd. Fyri Suðuroynna var ein broytingin tann, at farið var frá tveimum læknadømum til eitt læknaøki. Álitið mælti til, at 5 heilsudeplar skuldu vera í Føroyum; hvør teirra mannaður við 4-5 læknum og heilsustarvsfólkum, har ein heilsudepil skuldi vera í Suðuroynni. Í verki bleiv tó munurin ikki tann stóri her suðuri, tí framhaldandi eru tvey viðtaluhølir í Suðuroynni, um enn tilmælið, at Suðuroyggin bleiv skipað sum eitt læknaøki, er framt í verki.

Signar sigur, at stórar avbjóðingar standa fyri framman á heilsuøkinum komandi árini. Viðgerðarmøguleikarnir gerast alsamt betri og økjast støðugt. Tær sjúkur, sum vóru ólekjandi fyri bert fáum árum síðani, kunnu nú antin lekjast ella viðgerast við heilivági.

Men støðan við manglandi kommunulæknum er ótolandi og má takast í størsta álvara. Tað er ikki longur nóg mikið at tosa um trupulleikan.

Kommunulæknarnir arbeiða undir stórum trýsti og hava stóra ábyrgd, ið stundum kann vera sera krevjandi. Tí mælir Signar Dam til at taka næsta stig á leiðini, sum kommunulæknaálitið eisini leggur upp til og skipa Suðuroynna við einum heilsudepli, har 3-4 kommunulæknar virka regluliga saman við kønum heilsustarvsfólki, sum deila vitan, avlasta hvønn annan og hjálpast at við vaktum o.ø. Verandi skipan við tveimum viðtaluhølum, har kommunulæknar sita spjaddir, er ikki við til at menna kommunulæknatænastuna og er sannlíkt ein orsøkin til truplu støðuna at fáa kommunulæknar at støðast og søkja fast starv í Suðuroyar læknaøki.

Signar meinar ikki, at tað fer at “belasta” sjúklingin stórvegis, at bert ein heilsudepil verður í Suðuroynni. Í dag koyra allir sjúklingar í bili til viðtaluhølini, vegasambandið er sera gott, og koyritíðin er stutt millum bý og bygd í Suðuroynni. Ein heilsudepil í Suðuroynni er ikki øðrvísi enn í økinum norðanfjørðs, har fólk javnan koyra væl longri til viðtalu, enn nakar suðuroyingar fer at gera til ein heilsudepil. Hetta er heldur ikki øðrvísi enn, at fólk í dag koyra til skaðastovuna á Suðuroyar sjúkrahúsi, tá tørvur er á viðgerð í úrtíð. Tað, sum er alt avgerandi, er, at primerheilsutænastan virkar, og at henda framhaldandi verður før fyri at veita borgarum dygdargóðar heilsuveitingar á høgum fakligum støði – javnbjóðis alt landið.

Broytingarnar kunnu kanska kennast sum ein herskin biti hjá summum at svølgja, men Signar er sannførdur um, at tíðin er komin hartil, at hesar broytingar eru neyðugar at fremja, um vit framvegis skulu varðveita eina tíðarhóskandi kommunulæknaskipan í Suðuroynni í framtíðini.

At Signar hevur tænt sínum heimstaði í nærum 50 ár er eitt einastandandi avrik og er ikki bara tekin um, hvussu væl Signar hevur trivist í starvinum sum kommunulækni, men eisini hvussu væl hann hevur trivist, “har móður aldi hann, millum blómur við Tvøroyrarfjørð”.

Suðuroyar kommunulæknaøki er á einum vegamóti og broytist almikið, nú seinasta vaktin hjá Signari Dam nærkast. Borgarar her hava vant seg við – og nærum tikið fyri givið – at Signar Dam er altíð til arbeiðis. Signar Dam hevur verið synonymur við kommunulæknan og hevur verið ein avgerandi skansi fyri tryggleika, sum hevur fingið borgarar at kent seg í góðum hondum, tá umræður heilsubót.

Tvøroyrar kommuna takkar Signari P. Dam fyri tíðina, hann hevur tænt øllum borgarum væl og virðiliga sum kommunulækni í viðtaluni á Tvøroyri, og ynskir Signari, Beintu við familju blíðan byr.

-from 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn