FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


15-04-2021

Leiguvelturnar tiknar í brúk

Seinnapartin týsdagin 13. apríl vórðu leiguvelturnar, ið borgarar á staðnum kundu skriva seg upp til, tiknar í brúk.

Trivnaðar- og Umhvørvisnevndin hevði ynski um at geva borgarunum henda møguleikan og samtykti at seta tað í verk. Tekniska deild hevur síðan fyrireikað økið til velturnar og Sp/f Bárður Hentze hevur staðið fyri at grava veitur, soleiðis at vatn ikki savnar seg í økinum, har velturnar skulu verða.

Av teimum 11 tøku veltunum, vóru 6 umbidnar. Jónleyg Bech, forkvinna í Trivnaðar- og Umhvørvisnevnd Tvøroyrar býráðs, bjóðaði leigarunum vælkomnum og farið varð síðan niðan á økið. Velturnar vórðu síðan býttar út, og fólk fingu sær eitt gott prát um hvat veltast skuldi.

Eitt av endamálunum við tílíkum er eisini, at fólk koma hvørjum øðrum við. Velturnar liggja tætt at hvørjum øðrum, og upplagt er at kjakast um hvat riggar og ikki at planta. Beinanvegin varð eisini tosað um at seta ein Facebook-bólk á stovn fyri tey, ið hava leigað veltu.

5 veltur eru framvegis tøkar og um fólk hava hug til at leiga eina, ber hetta væl til. Skrivið til tvoroyri@tvoroyri.fo og upplýsið navn, bústað, telefonnummar og teldupost. Tvøroyrar kommuna setur seg síðan í samband við tykkum og vísir á ávísa veltu. Einans 5 eru eftir, tí verða tað tey, ið eru fyrst, ið fáa veltu.

 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn