FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


15-07-2015

Hølir til lesandi

Í desember 2013 avgjørdi Tvøroyrar Kommuna at bjóða hølir til lesandi í jólafrítíðini og avgjørt var, at Gomlu Skúlahúsini skuldu vera karmur um hetta. Húsini liggja mitt í býnum, eru í tveimum hæddum við góðum umstøðum og tráðleysum neti.

Tilboðið var upprunaliga ætlað sum ein tænasta til teirra, ið eitt nú vóru heima í jólafrí, men sum høvdu stórar uppgávur fyri framman, og tí høvdu tørv á at sita í friði og arbeiða við hesum. Men onnur lesandi vóru eisini vælkomin at nýta hølini.

Hetta tilboðið varð sera væl móttikið, og fleiri lesandi hava nýtt høvi at vera í hølunum.

Ásannandi, at tað er ein tørvur á økinum, metti kommunan tað vera sera umráðandi, at tey lesandi hava góðar umstøður at arbeiða undir, eisini tá lestrarstøðini hava frí. Tískil gjørdi Tvøroyrar býráð av at veita hesa tænastuna til lesandi í øllum feriutíðum og annars eisini eftir tørvi hjá teimum lesandi.

Tey, sum ynskja taka av hesum tilboðnum, kunnu venda sær til Kunningarstovuna á info@tvoroyri.fo  ella tlf. +298 611080.




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn