FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


15-11-2021

Loyvi til nýggjársbál

Sambært kunngerð um burturkast nr. 147 frá 19. oktober 1995 er krav, at góðkenning skal fáast frá kommununi at brenna nýggjársbál.
Søkjast kann um loyvi innan 17. desember 2021, kl. 15.00.
Søkt verður við at fylla út oyðiblað og senda tað við telduposti ella at skriva tað út og lata tað inn í móttøkuna á býráðsskrivstovuni.
Oyðublað kann heintast her
Loyvið er galdandi tá ið tilbúgvingarleiðarin hevur sýnt staðið og váttað.
Tá bál verður kynt, er umráðandi: Einans at brenna óviðgjørdan við og annað, ið ikki dálkar og er ætlað sum brenni. T.d. træplattar, trækassar og greinar og ikki at brenna burturkast.
Tá bálið er slóknað, er umráðandi: at rudda upp og at beina burtur leivdir frá bálinum og lata tær til kommunalu burturkastskipanina.
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn