FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


19-11-2021

Tvøroyrar kommuna bjóðar lesandi lestrarhølir um jólini

Tænastan er til tey, sum eru heima í jólafrí og eru í holt við uppgávuskriving ella skulu til próvtøku. Tó eru eisini onnur lesandi vælkomin at nýta hølini.

Til jólar 2021, eru hølini tøk frá mánadegnum 20.desember til og við sunnudagin 2.januar 2022 frá kl.08.00 til kl.24.00

 LEIÐREGLUR  -Heitt verður á øll um at fylgja tilmælini frá Heilsumyndugleikunum at fyribyrgja smittu við Covid-19: Sí her

  • Ábyrgdarpersónurin fær lykil til hølið og kann læna lykilin út alt eftir hvør ynskir at nýta hølini
  • Úthurðin skal til eina og hvørja tíð vera læst, eisini tá fólk eru inni í skúlanum!
  • Vinarliga nýtið inniskógvar!
  • Hølið skal haldast reint og ruddiligt.
  • Burturkast skal beinast í ruskspannir ella takast heim við til hús.

Ynskir tú at nýta lestrarhølið, send ein teldupost við navni og telefonnummari til tvoroyri@tvoroyri.fo ella ring til tlf. 611085

Tvøroyrar Kommuna ynskir øllum góðan lestrarhug.

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn