FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


27-08-2015

Løgtingsvalið 1. septembur 2015

Valið fer fram í skúlahøllini í Trongisvági frá kl. 10.00 – 20.00, 
ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
 
Brævatkvøður
Veljarar, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða 
brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í 
vanligari avgreiðslutíð til og við 31. august 2015.
Eisini er opið leygardagin 29/8 kl. 14-16 og sunnudagin 30/8 kl. 13-15. 
 
Heimaval
Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki eru førir 
fyri at møta  á valstaðnum, kunnu velja heima við at boða frá
á kommunuskrivstovuni tlf. 611085, í seinasta lagi mánadagin
31. august 2015 kl 12.00
Eisini er opið á kommunuskrivstovuni leygardagin 29/8 kl. 14-16 og sunnudagin 30/8 kl. 13-15. 
 
Valkort
Valkort til løgtingsvalið verða send øllum teimun, ið standa á 
vallistanum. Veljari, ið ikki hevur fingið valkort ella villur eru 
í valkortinum, verður biðin um at venda sær til kommunuskrivstovuna
tlf. 611085, sum skjótast.
 
Valnevndin í
Tvøroyrar kommuna



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn