FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


17-01-2023

MENTANARNÁTTIN 2023 - FRÁBOÐAN UM LUTTØKU

MENTANARNÁTTIN VERÐUR 26. MAI 2023
Árliga Mentanarnáttin á Tvøroyri verður í ár fríggjadagin hin 26. mai.
Mentanarnáttin hevur øll árini hon hevur verið hildin, verið sera væl umtókt og er vaksin í vavi ár um ár.
Hetta er dagurin, har fyritøkur, stovnar, vinnulív, felagsskapir, og mong onnur, lata dyrnar upp og bjóða fólki á gátt, til einhvørja serliga uppliving.
Felagseyðkennið fyri tiltøkini á Mentanarnáttini, er, at øll tiltøk eru ókeypis.
 
VILT TÚ VERA VIÐ - HEVUR TÚ EITT HUGSKOT?
Tvøroyrar kommuna samskipar Mentanarnáttina og hevur tú hug til at verða við í skránni, ella hevur tú eitt hugskot til dagin, ert tú vælkomin at ringja á 214614, ella at skriva á bn@tvoroyri.fo.
Freistin at boða frá, er fríggjadagin 28. apríl kl. 15:00.
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn