FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


08-11-2024

TRONGLIGT Á HAVNARLAGNUM Í DAG

Seinastu vikurnar hevur sera nógv virksemi verið á havnarlagnum á Tvøroyri. Uppsjóvarskip, djúpvatnstrolarar, frystifarmaskip, útróðrarbátar og sjálvandi góði gamli Smyril, skiftast um antin at leggja at ella leggja frá landi.

Fiskur verður landaður til Varðan Pelagic og Delta Seafood, og frystifarmaskip, Faroe Ship og Smyril syrgja fyri at vøran kemur víðari.

Í morgun var serliga nógv virksemi og vit vóru ein túr og tóku nakrar myndir, meðan ansað varð væl eftir hvar ein gekk, millum trukkar, trailarar og bilar.

Í vestara enda av djúphavnini landaði hvalbiartrolarin Steintór 120.000 pund, mest av toski og kongafiski. Viðsíðunar av lá Vestmenningur og bíðaði eftir landingartørni – hann hevði upprunaliga 750 tons av sild, men ein partur er landaður í Vestmanna. Longur úti lá Frystifarmaskipi Alma og tók ímóti fiski frá Varðanum Pelagic. Í eystara enda lá Ango, úr Vági, ið landar 1200 tons av sild til Varðan Pelagic. Vestantil á havnarlagnum, á gamla «molanum» lógu tveir útróðrarbátar og tóku ís, áðrenn teir løgdu til havs. Trailarar hjá Faroe Ship koyrdu í pendulfart millum Delta, Varðan og Krambatanga.

 

NÓGV VIRKSEMI Á VARÐANUM PELAGIC OG DELTA SEAFOOD

Ólavur Bjarkhamar, rakstrarstjóri á Varðanum Pelagic, sigur, at sera nógv virksemi hevur verið seinastu tíðina, serliga síðan sildasesongin tók seg upp hin 20. oktober. Eini 60-70 fólk arbeiða í 2 vaktum á Varðanum Pelagic og afturat eru so handverkarar, kantinufólk, reingerðarfólk og kontórfólk.

Magnus Jespersen, stjóri á Delta Seafood, sigur, at í dag er serliga nógv at gera. Steintór landar toskin til Delta og annars tiðna og víðarivirka tey eisini fisk á Delta. Uml. 50 fólk hava sína dagligu gongd á Delta og fiskurin fer í bingjur ella trailarar, síðan norðeftir við Smyrli ella Smyril Line.

 

HAVNASTJÓRIN VÆL NØGDUR

Rógvi Thorsteinsson, havnastjóri, letur sera væl at virkseminum. Seinastu 3 mánaðirnar hava uml. 100 bátar lagt at havnarlagnum á Tvøroyri og Drelnesi, sigur hann. Tað hevur, sambært Rógva, verið eitt støðugt virksemi fram við bryggjukantinum hesar mánaðirnar, men hesa vikuna ber av, tí skip so at siga hava liðið á fjørðinum og bíðað eftir at sleppa framat.

Rógvi sigur, at tað er bara gleðiligt at tað er so nógv virksemi á havnarlagnum. Tað ger tað til eitt meira spennandi og avbjóðandi arbeiðspláss, sigur hann.

 

Vit hava legt nakrar myndir afturat greinini, ið vórðu tiknar í morgun. Tær eru at síggja á síðu Tvøroyrar kommunu á Facebook, sí her

 

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn