Tvøroyrar kommuna skipaði fyri móttøku í kantinuni í Ítróttardeplinum í Trongisvági fríggjadagin 8. november, har starvsfólk vóru heiðrað fyri drúgva og trúgva tænastu hjá Tvøroyrar kommunu
Aftast, frá v. Martin Øster, Birgir Dimon, Kristin Michelsen, Anfinn H. Leo,
fremst frá v. Óluva Joensen, Joan Eidesgaard, Eyðvør Jacobsen
Starvsfólk og teirra nærmastu møttu til eina hugnaløtu at heiðra starvsfólkini, ið øll hava tað til felags, at tey hava verið í starvi í hjá Tvøroyrar kommunu í nógv ár, har tey hava veitt kommununi, og borgarunum, eina trúgva og góða tænastu.
Kristin Michelsen, borgarstjóri, takkaði starvsfólkunum fyri teirra trúgvu og góðu tænastu hesi seinastu, mongu árini, við heilsu um, at tá starvsfólk velja at starvast hjá sama arbeiðsgevara í so mong ár, ber hetta boð um, at her er gott at vera, og tað eru okur í Tvøroyrar kommunu sera takksom fyri. Starvsfólkini fingu handa eina gávukurv og gávukekk.
- Joan Eidesgaard, starvast í 15 ár í barnaansingini í Mýrufípuni.
- Eyðvør Jacobsen, starvast í 15 ár í barnaansingini í Mýrufípuni.
- Martin Øster, starvast 20 ár sum húsavørður í Trongisvág- og Tvøroyrar Skúla.
- Anfinn H. Leo, sløkkiliðsmaður í 20 ár hjá Tvøroyrar sløkkiliði.
- Birgir Dimon, sløkkiliðsmaður í 40 ár hjá Tvøroyrar sløkkiliði.
- Óluva Joensen, undirvíst í veving í 40 ár hjá Tvøroyrar kvøld og frítíðarskúla.
Tvøroyrar kommuna takkar starvsfólkunum fyri drúgva og trúgva tænastu.
Tvøroyrar Kommuna
9. november 2024