11-12-2024
LESTRARHØLIR UM JÓLINI
Tvøroyrar kommuna bjóðar lesandi, lestrarhølir um jólini
Tænastan er til tey, sum eru heima í jólafrí og eru í holt við uppgávuskriving ella skulu til próvtøku. Tó eru eisini onnur lesandi vælkomin at nýta hølini. Hølini, í Skúlahúsinum í Gamla skúlagarði, eru rúmlig, hava internet og til ber at gera sær ein kaffimunn.
Til
jólar eru hølini tøk frá fríggjadegnum 20.desember, 2024, til og við mánagin 1.januar, 2025, frá kl.08.00 til kl.24.00.
• Ábyrgdarpersónurin fær lykil til hølini og kann lána lykilin út alt eftir hvør ynskir at nýta hølini.
• Úthurðin skal til eina og hvørja tíð vera læst, eisini tá fólk eru inni í skúlanum!
• Vinarliga nýtið innskógvar!
• Hølið skal haldast reint og ruddiligt.
• Burturkast skal beinast í ruskspannir ella takast heim við til hús.
Ynskir tú at nýta lestrarhølið, send ein teldupost við navni og telefonnummari til tvoroyri@tvoroyri.fo ella ring til tlf. 611085
Góðan lestrarhug.
Tvøroyrar kommuna