BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR
Tú ert her: BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR << - GREINAR


28-02-2017

Skattur

Tvøroyrar Býráð samtykti á fundi 17. november 2016 fíggjarætlanina fyri 2017, sum javnvigar við 84,266 mió. kr. 

 

Skattaprosentið lækkar komandi ár 0,55% frá 22,45% niður á 21.90%. Barnafrádrátturin verður hin sami sum undanfarin ár kr. 5.000,-

 

Inntøkur av persónskatti komandi ár eru mettur til 55,1 mió. kr. og inntøkur av partafelagsskatti 1,5 mió. kr., íalt 56,6 mió. kr.

 

Inntøkurnar samanlagt hjá Tvøroyrar kommunu komandi ár eru mettur til 73,3 mió. kr. íroknað afturbering til eldraøkið ímeðan rakstrarútreiðslurnar eru mettar til 64,4 mió. kr. Avlopið í rakstrinum er sostatt 8,9 mió. kr.

 

Íløgurnar hjá Tvøroyrar kommunu komandi ár eru á 16,438 mió. kr.

 

Býráðið ásetir skattaprosentið í kommununi á hvørjum ári, tá fíggjarætlanin verður viðgjørd. Skattainntøkan verður brúkt til tær tænastur, kommunan veitir borgarum sínum.

TAKS varðar av skattaálíkningini, bæði viðvíkjandi kommunuskatti, landsskatti, kirkjuskatti o.ø. Tað er eisini TAKS, sum krevur skattin inn.

 



Býráðsskrivstovan, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - Faks 371814 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn