BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR
Tú ert her: BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR << - GREINAR


30-11-2016

Skipan av Tvøroyrar Býráð

Tíðindaskriv - skipan av Tvøroyrar Býráð 29. november 2016

Kommunustýrislógin ásetir, at nývalda býráðið skal skipa seg innan árslok í valárinum.

Kristin Michelsen, ið var fyrstvaldi býráðslimur á kommunuvalinum 8. november 2016, hevði kallað inn til skipandi býráðsfund í gjár, týsdagin tann 29. november 2016.

Á skránni var val av borgarstjóra, varaborgarstjóra og val av limum og tiltakslimum í føstu nevndir býráðsins. 

Formansskapur
Kristin Michelsen varð afturvaldur til borgarstjóra. Anita Vibergsdóttir varð vald til varaborgarstjóra.

Síðani var val av limum og tiltakslimum í fíggjarnevndina, vinnu- og havnanevndina, mentanarnevndina, trivnaðar- og umhvørvisnevndina, sosialu nevnd og teknisku nevnd.  

Fíggjarnevndin er samansett við hesum fólkum:
Fastur limur / (tiltakslimur)
Kristin Michelsen, borgarstjóri / (Kristina Kambsskarð Sørensen)
Bjarni Hammer / (Bogi Johannesen)
Anita Vibergsdóttir / (Alvi Mortensen)

Vinnu- og havnanevndin er samansett við hesum fólkum:
Fastur limur / (tiltakslimur)
Alvi Mortensen / (Kristina Kambsskarð Sørensen)
Bogi Johannesen /(Bjarni Hammer)
Anita Vibergsdóttir / (Kristina Kambsskarð Sørensen)

Mentanarnevndin er samansett við hesum fólkum:
Fastur limur / (tiltakslimur)
Anita Vibergsdóttir / (Alvi Mortensen)
Súsanna Bertholdsen / (Bjarni Hammer)
Kristina Kambsskarð Sørensen / (Alvi Mortensen)

Trivnaðar- og umhvørvisnevnd er samansett við hesum fólkum:
Fastur limur / (tiltakslimur)
Kristina Kambsskarð Sørensen / (Anita Vibergsdóttir)
Bogi Johannesen / (Súsanna Bertholdsen)
Alvi Mortensen / (Anita Vibergsdóttir)

Sosiala nevnd er samansett við hesum fólkum:
Fastur limur / (tiltakslimur)
Kristina Kambsskarð Sørensen / (Alvi Mortensen)
Súsanna Bertholdsen / (Bogi Johannesen)
Anita Vibergsdóttir / (Alvi Mortensen)

Tekniska nevnd er samansett við hesum fólkum:
Fastur limur / (tiltakslimur)
Alvi Mortensen / (Anita Vibergsdóttir)
Bjarni Hammer / (Bogi Johannesen)
Kristina Kambsskarð Sørensen / (Anita Vibergsdóttir)

Nývalda býráðið á Tvøroyri tekur við 1. januar 2017.

Á myndini, frá vinstru: Súsanna Bertholdsen, Bjarni Hammer, Anita Vibergdsóttir, Kristin Michelsen, Kristina Kambskarð Sørensen, Bogi Johannesen og Alvi Mortensen.
 
 
 



Býráðsskrivstovan, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - Faks 371814 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn