UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
05-10-2015

7 starvsfólk hjá Tvøroyrar Kommunu heiðrað

 
 
Fríggjadagin 2. oktober kl. 15:00 vórðu 7 starvsfólk hjá Tvøroyrar Kommunu heiðrað á móttøku í býráðssalinum á Tvøroyri. 
Hetta vóru starvsfólk, ið hava verið í starvi í ávikavist 15, 20 og 25 ár.
 
Talan var um 5 starvsfólk í barnagarðinum Mýrifipuni: 
Bára Strøm, 15 ár
Fanny Nielsen, 25 ár
Sólfríð West, 25 ár
Mikkalina Simonsen, 25 ár
Guðrun Petersen, 25 ár
 
Og 2 starvsfólk í umsitingini:
Jónleyg J. Bech, 15 ár
Jennie Debes, (Dagrøktin/Umsitingin) 20 ár
 
Kristin Michelsen, borgarstjóri takkaði starvsfólkunum vegna býráðið og handaði teimum blómutyssi og gávu.
 
Naia Mortensen, í barnatannarøktini, hevði 40 ára starvsdag í apríl, men hon var burturstødd fríggjadagin.
 
Her eru myndir frá móttøkuni: Starvsfólk heiðrað 2015
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo