UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
12-01-2016

Búmerkjakapping fyri ítróttardepilin við Stórá

Tvøroyrar Býráð hevur gjørt av at útskriva kapping um búmerki til Ítróttardepilin við Stórá.
 
Ynskið er at fáa eitt savnandi búmerki, ið lýsir, at talan er um eitt ítróttarøki. Búmerkið skal kunna nýtast á bygninginum, men eisini á eitt nú brævpappíri, heimasíðum, marknaðarføringstilfari v.m.
 
Uppskot skulu vera í støddini A4 og sendast til kommununa í afturlatnum brævbjálva merktur ”við Stórá - búmerkjakapping”.
 
Innlatingarfreistin er 1. mars 2016 kl. 12.00.
 
Navnið á luttakaranum skal ikki skrivast á uppskotið, men leggjast í ein afturlatnan brævbjálva saman við uppskotinum.
Vinnandi uppskotið fær virðisløn áljóðandi kr 5.000,-
 
Dómsnevndin tilskilar sær rætt til frítt at velja ímillum innkomnu uppskotini, ella onki at velja. Dómsnevndin er samansett av mentanarnevndini og starvsfólki hjá kommununi.



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo