UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
21-06-2016

Mentanarnáttin: Sjúkrahús og Ellis- og Røktarheim

Sum nakað nýtt luttaka Suðuroyar Sjúkrahús og Suðuroyar Ellis- og Røktarheim á mentanarnáttini í ár.

 

Opið hús verður á Suðuroyar Sjúkrahúsi, har møguleiki verður at vitja og fáa eina kenslu av, hvussu gerandisdagurin er har. Portørarnir fara at greiða frá, hvussu ein hjartastartari verður nýttur. Eisini fara bioanalytikarir at greiða frá arbeiðnum á laboratoriinum, og møguleiki verður at tekna seg sum blóðgeva. Í kantinuni á sjúkrahúsinum verður ein framsýning í samband við tey 10 kostráðini, og har verður høvi at máta vekt og feittprosent og at fáa roknað BMI. Kantinan bjóðar kaffi, te, vatn og smakkiroyndir av soltnari fromasju.

 

Skráin fyri tiltøkini á Suðuroyar Sjúkrahúsi er hendan:

Kl. 17, 18 og 19: Portørar greiða frá, hvussu ein hjartastartari verður nýttur. Hetta verður í móttøkuni niðri undir á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Kl. 17.30, 18.30 og 19.30: Bioanalytikarir greiða frá arbeiðnum á laboratoriinum og møguleiki verður fyri at tekna seg sum blóðgeva. Hetta verður á laboriatoriinum.

Kl. 17.00-21.00: Framsýning verður í kantinuni í samband við tey 10 kostráðini, har høvi verður at máta vekt og feittprosent, umframt at fáa roknað BMI.

 

Eisini á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi verður opið hús, har øll eru vælkomin til eitt prát og ein drekkamunn kl. 15.00-17.00. Kl. 16.00-17.00 spælir Hentzar Hammer góðan harmonikutónleik fyri búfólkinum og gestum.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo