UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
21-06-2016

Mentanarnáttin 2016: Mentanartorg í miðbýnum

Aftur í ár verður mentanartorg í miðbýnum, har nógv áhugavert á skránni. 
Millum annað verður møguleiki fyri at royna matmentanir úr ymsum heimshornum á torginum. M.a. verður høvi at royna mat úr Íslandi, Grønlandi, Ghana, Thailandi og Filippinunum.
Høvi verður eisini at royna fiskúrdráttir frá Delta Seafood, og bryggjaríið Okkara luttekur við smakkiroyndum frá teirra vøruúrvali.
TB hevur sparkikapping, har góðir vinningar eru.
Møguleiki verður eisini fyri at keypa dunnur til dunnurákið, ið TB-Flogbóltur skipar fyri leygardagin 25/6.
Mentanartorgið letur upp kl. 17.00 á mentanarnáttini.



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo