UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
07-02-2017

Væl eydnað vetrarkvøld á Seglloftinum

Leygarkvøldið 4. februar fór forkunnuga tiltakið “Vetrarkvøld á Seglloftinum” av bakkastokki. Spenningurin hjá okkum fyrireikarum var stórur, tí vit høvdu ikki roynt hetta áður og ringt var at meta um hvussu undirtøkan fór at verða. Tað gjørdist tó skjótt greitt, at eingin orsøk var at stúra fyri uppmøtingini, tí fólk byrjaðu at savnast longu hálvan tíma áðrenn tiltakið. Nóg mikið var ikki av borðum og stólum og tískil fór fyrsta løtan við at fáa hetta uppá pláss.
Hugnaligu hølini hjá Onnu Kirstin Thomsen vóru fullsett og leystliga 120 fólk mugu hava verið til staðar, tá trivnaðarfólkið hjá Tvøroyrar Kommunu, Bjarni Nygaard, bjóðaði vælkomin. Súsanna Bertholdsen, býráðslimur og limur í Mentanarnevnd Tvøroyrar Kommunu, tók síðan orðið og segði nøkur orð.
Stórt borð var sett upp frammanfyri barrini við alskyns leskiligum og forkunnugum føroyskum mati. Lomvigi, grágás, krabbi, ræstur fiskur og garnatálg, turr gás, turrur fiskur, lippur, skarvur, skerpikjøt, turt tvøst, spik, hara og mangt annað var vakurt tilvirkað og sett fram av Anitu Farstad og manning.
Hanus G Johansen tók nú mikrofonina og sang nøkur løg, ið hann hevði sett saman til yrkingar hjá Pól F. Joensen. Hanus er vorðin fólkaogn og fólk lurtaðu í andagt eftir vakurt frambornu løgunum. Í fyrsta umgangi sang hanus 3 løg, áðrenn Dánjal Norðberg kom á pallin.
Tað tóktist, sum um fólk høvdu verið øgiliga spent til at hoyra Dánjal greiða frá, tí lógvabrestirnir vóru øgiligir. Dánjal hevur livað eitt langt lív, nú hann kann kalla seg 91-ára gamlan, men hann livir væl og er væl fyri – ikki minst tá tað kemur til at minnast aftur tað, ið er farið. Ein av søgunu Dánjal fortaldi, var tá systir hansara viltist 16 ára gomul og var burtur í samfullar 33 tímar. Ein ræðulig søga, sum tó endaði gott.
Dánjal var á palli í uml. 25 minuttir áðrenn boðið varð til borðs. Við hvønn einasta rætt, vóru smá pappírsskeltir sett upp, ið greiddu frá hvør matur talan var um og hvør veitari var komin við honum. Fólk vóru sera áhugaði í matinum og prátið gekk sera væl um leyst og fast. Stuttligt var eisini at síggja italienska venjaran hjá TB-flogbólti og skotska venjaran hjá fótbóltssamstarvinum hjá TB/FCS/Royn, smakka henda serliga mat. Sigast skal, at okkurt varð betri móttikið enn annað hjá hesum báðum og tað er ivaleyst væl skiljandi.
Á loftinum á Pakkhús 4 sótu Póla og Armgarð og vevaðu, tveir bindiklubbar sótu og bundu og Sigrun Albinus sýndi fram ymiskt, ið hon hevur til sølu í hugnaligu Gestabúðini. Fyrst Hanus Johansen og síðan Dánjal Norðberg vóru síðan aftur at hoyra, áðrenn tiltakið á pallinum var av og boðið var uppá gólv saman við Tvøroyrar Dansifelag.
Eitt sera gott og minniligt kvøld, ið kommunan hevur fingið sera nógvar jaligar afturmeldingar um. Vit fara at nýta høvið til at takka øllum teimum luttakandi á pallinum, teimum á pakkhúsloftinum, veitarunum av mati og Onnu Kirstin Thomsen og Anitu Farstad fyri ávíkavist leigu av høli og framúr hagreiðing av matinum. Ein tøkk fer eisini til Eyðun Ásason fyri ljóðarbeiði og til Trónd Enni, fyri stóra hjálp á sjálvum kvøldinum.
At enda fara vit at takka teimum mongu, ið møttu upp. Ein so góð uppmøting, og ikki minst góðu afturmeldingarnar, ger, at vit í Tvøroyrar Kommunu við eldhuga fara undir enn fleiri trivnaðartiltøk komandi tíðina.

Til ber at síggja myndir frá tiltakinum her https://tvoroyri.smugmug.com/Other/Vetrarkvøld-á-Seglloftinum-4-februar-2017/ ella á síðuni hjá Tvøroyrar Kommunu á Facebook. 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo