UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
09-02-2017

Fólkavøksturin heldur fram

Góða gongdin, við vaksandi fólkatali í Tvøroyrar Kommunu, heldur fram, hóast smáar broytingar hava verið á leiðini. Fyrradagin fingu vit feskastu tølini frá Landsfólkayvirlitinum og vísa tey at hin 6. Februar 2017 búðu 1731 fólk í Tvøroyrar Kommunu í mun til 1694 hin 1. Januar 2016. Sostatt er kommunan vaksin við 37 borgarum. 17 børn eru fødd í kommununi, meðan 10 fólk eru deyð, burðaravlopið er sostatt 7.  Fráflytingin er 104 meðan tilflytingin er 134, eitt avlop uppá 30. 

 

Taka vit bygdirnar í Tvøroyrar Kommunu fyri seg, síggja tølini soleiðis út:

Froðba 1/1-16                    292                         6/2-17   282

Trongisvágur 1/1-16        494                         6/2-17   507        

Tvøroyri 1/1-16                 818                         6/2-17   848

Ørðavík 1/1-16                  31                           6/2-17   33

Ørðavíkarlíð 1/1-16          59                           6/2-17   61

 

Tvøroyrar Kommuna ger eitt miðvíst arbeiði fyri at betra um karmarnir hjá borgarunum og hetta merkist nærum dagliga, tí vit fáa nógvar fyrispurningar frá fólki við áhuga fyri staðnum. Nevnast kann, at vit hesa vikuna hava skrásett 5 nýggir borgarar og er aktuella íbúgvaratalið á Tvøroyri tí heldur 1736. Vónandi fer vøksturin í fólkatalinum á Tvøroyri, at vísa seg aftur í einum vaksandi fólkatali í allari Suðuroynni.


Mynd: Reidar Simonsen
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo