UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - STARVSLÝSINGAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
20-02-2017

Skrivstovunæmingur til Tvøroyrar kommunu

Tvøroyrar kommuna leitar eftir einum dugnaligum og ágrýtnum skrivstovunæmingi at byrja tann 1. apríl 2017 ella eftir nærri avtalu

Um starvið
Arbeiðið sum skrivstovunæmingur fevnir um uppgávur, sum umsitingin hjá Tvøroyrar kommuna tekur sær av í breiðum høpi. Eitt nú innan bókhald, lønarviðurskifti, í móttøkuni og uppgávur við atliti til at skriva formlig brøv við avgerðum hjá kommununi og brúk av journal- og KT skipanum í tí sambandi.

Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi við nógvum ymiskum umsitingarligum uppgávum og saman við starvsfólkum, sum fegin vilja geva tær eina góða næmingatíð.

Førleikakrøv
Tað hevur týdning, at tú:

  • Hevur miðnámsútbúgving sum t.d. HH, students-, HF, HT ella HIF prógv.  
  • Ert væl skipað/ur og at tú er í tínari atferð er fyrikomandi.
  • Tímir væl at arbeiða við tølum og at skriva.
  • Dugir væl at brúka teldu.
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.

Tú kemur at hava nógv samband við viðskiftafólk umframt starvsfólk á teimum ymisku rakstrarstøðunum hjá kommununi. Tí er neyðugt, at tú dugir og tímir væl at samskifta við fólk bæði í talu og í skrift.

Vit bjóða
Við bjóða tær eina góða útbúgving og eitt gott starv, har uppgávurnar eru ymiskar og avbjóðandi. Tú lærir at nýta allar hentleikar, sum hoyra einari nútímans umsiting til.

Setanarviðurskifti

Talan er um eitt lærustarv, har tann persónur, ið verður settur í starvið, fær útbúgving í fyrisiting, sum fer fram í Føroyum.

Útbúgvingartíðin er 2 ár fyri næmingar við HH prógvi og 2 ½ ár fyri næmingar við students-, HF, HT ella HIF prógvi.

Lønin er sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn
Umsóknin við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skal sendast talgild til
tvoroyri@tvoroyri.fo Umsóknarfreistin er mánadagin tann 13. mars 2017 kl. 12.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Amy Bech, fíggjarleiðara, á telefon 226013 ella Henrik Weihe Joensen, kommunustjóra á telefon 221091.

Tvøroyrar kommuna fevnir um Froðba, Tvøroyri, Trongisvág, Øravíkarlíð og Øravík, og tað búgva umleið 1731 fólk í kommununi. Tvøroyrar kommuna hevur umleið 70 rakstrarstøð og 120 fólk í starvið. Í umsitingini arbeiða 11 fólk.
 
(mynd: Faroephoto.com) 
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo