UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
19-04-2017

Mýrifípan nýggja matarskipan

Sosiala nevnd hjá Tvøroyrar kommunu hevur samtykt, eftir tilmæli frá leiðsluni á dagstovninum, eina nýggja matarskipan í Mýrifípuni.
Nýggja matarskipanin inniber, at børnini bert skulu hava matpakka við 3 dagar um vikuna.
Matarskipanin byrjar 19 apríl 2017 og til 30 juni 2017. Fyrsta tíðin er ein royndartíð.
Helena Petersen fer at gera mat til børnini, á middegi og millummála, 2 dagar um vikuna. Maturin á middegi verður rugbreyð við ymiskum góðum viðskera og okkurt grønt afturvið. Til millummála fer hon at gera okkurt heimabakað ella okkurt spennandi ið børnunum dámar.
“Vit eru sera spent uppá at royna nýggju matarskipanina og ikki minni spent eftir at vita, hvussu undirtøkan verður”, sigur Kari Petersen, leiðari.
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo