UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
21-12-2017

Tvey fólk sett í starv hjá Tvøroyrar Kommunu

Í gjár, týsdagin 20. Desember, var sannur hátíðardámur í býráðssalinum. Nógv fólk vóru komin saman, fyri at siga vælkomin til tey bæði Lív Næs, ið er sett sum leiðari á Tvøroyrar Kvøld- og Ungdómsskúla og Ragnar Juul Guttesen, ið tekur við sum leiðari av Teknisku Deild Tvøroyrar Kommunu.

Ragnar Juul Guttesen, ið er settur sum tekniskur leiðari hjá Tvøroyrar kommunu, er 61 ára gamal, sambúgvandi, býr í Kvívík og eigur 3 børn. Ragnar er útbúgvin akademi-verkfrøðingur við sergrein innan bygnings-verkfrøði. Ragnar byrjar í starvinum 1. januar 2018.

Lív Næs, ið er sett sum leiðari fyri Tvøroyrar Kvøld- og Ungdómsskúla, er 29 ára gomul, sambúgvandi, býr á Tvøroyri og eigur 2 børn. Lív er útbúgvin fólkaskúlalærari, og hon er í løtuni í holt við eina M.A. útbúgving í føroyskum á Føroyamálsdeildini á Setrinum. Lív byrjar í starvinum 1. februar 2018.

Á samkomuni fingu Lív og Ragnar høvi til at heilsa uppá býráð, umsiting og umboð fyri rakstrarstøðini hjá Tvøroyrar Kommunu.

Tvøroyrar Kommuna ynskir Lív og Ragnar hjartaliga vælkomin í starv hjá kommununi.

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo